Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller
Onnur tíðindi

Dugni: Síðani 2009 hevur Dugni, í tøttum samstarvi við nøkur av okkara mætastu listafólkum, framleitt tær sermerktu kærleikskúlurnar. Hvør kúla hevur borið eina søgu um skapan, felagsskap og virði.

Nú er avgerð tikin um at steðga framleiðsluni eftir 17 góð og gevandi ár.

Sølan og eftirspurningurn hava verið minkandi seinastu árini. Marknaðurin tykist vera mettaður, og tí er torført at fáa tað at bera seg fíggjarliga.

Vit eru sera takksom fyri ta stóru undirtøkuna, kærleikskúlan hevur fingið gjøgnum árini. Ein hjartans tøkk til øll listafólkini, sum hava lagt sítt skapandi arbeiði í verkætlanina, til sølubúðirnar ið hava stuðla okkum við at selja kærleikskúlur, og ikki minst til øll tykkum, sum hava keypt kærleikskúlur og verið við til at gera hesa verkætlanina til tað, hon hevur verið.

Tilsamans eru 17 ymiskar kærleikskúlur komnar til vega. Nakrar eru longu útseldar, men vit hava framvegis fleiri á goymslu.

Í samband við at Dugni fyllir 70 ár í ár, vilja vit geva føroyingum eina serstaka gávu. Tað er, at vit restina av árinum, selja tær kærleikskærleikskúlur sum eru eftir, til helvtar prís.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #