Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag hava fyri løtu síðani skriva undir 3 ára semju galdandi frá 1. oktober í 2025 til 30. september í 2028.
Løn:
Lønarhækkanirnar verða, sum víst niðanfyri:
Tann 1. oktober 2025 hækka allar mánaðarlønir 3,37 %.
Tann 1. oktober 2026 hækka allar mánaðarlønir 3,45 %.
Tann 1. oktober 2027 hækka allar mánaðarlønir 3,00 %.
Harumframt hava partarnir avtalað nýggja áseting viðvíkjani dagrøktarum, sum hava 3 børn undir 2 ár í ansing. Í slíkum føri telja børnini frameftir við 33,3%.
Eisini er ein neyðug og tíðarhóskandi dagføring gjørd í mun til eftirlønina hjá dagrøktarum, at eftirløn skal gjaldast av allari lønini hjá dagrøktarum – broytingin kemur í gildi tann 1. oktober 2027.
Galdandi frá 1. januar 2027 verða álitisfólk samsýnd svarandi til eitt lønarstig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



