Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, sigur eftir ein fund í dag, at ES-londini ikki vilja víðka herflotavirksemið hjá ES ‘Aspides’ til eisini at fevna um Hormuzsundið.
'Aspides' hevur til endamáls at hjálpa vinnuligari skipaferðslu gjøgnum Reyðahavið sum svar uppá endurtøku av álopum frá Houthi-rørsluni.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði mánakvøldið, at ein røð av øðrum londum skulu stuðla undir at loysa støðuna í Hormuzsundinum.
Hetta fekk tó ikki undirtøku eftir fundin millum uttanríkisráðharrarnar hjá ES í Brússel í dag, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



