

Fólk sum sigla á Suðuroyarleiðini hava sæð kakkelakkar umborð á avloysaraskipinum Galaxy, sum vanliga siglir har sum lýggjari vindar blæsa enn her í Føroyum, og har livilíkindini hjá skaðadjórum sum kakkelakkum tí eru betri enn her.
Myndir og videobrot sum ferðast á netinum vísa, at har eru kakkelakkar at síggja inni á vesinum á ferjuni.
Vanliga verður sagt, at tað er við kakkalakkum sum við rottum. Síggjast teir, so er tað tí, at tað er nógv til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo