Íslendska kappingareftirlitið hevur kravt fleiri upplýsingar frá oljufeløgunum fyri at kanna, um lækkandi brennievnisprísir á heimsmarknaðinum eru komnir brúkarunum til góðar.
Tað skrivar Morgunblaðið.
Íslendsk brúkara- og fakfeløg hava ført fram, at oljufeløgini hava lagt meir omaná prísirnar, hóast prísirnir á heimsmarknaðinum eru lækkaðir.
Eftirlitið fer nú at kanna innkeypsprísir, vinning, søluprísir og møguligar forðingar fyri kappingini.
Eingin niðurstøða er enn komin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



