Lena gav fyrr í ár út lagið “Mín Sál Er Í Góðum Hondum”, sum hevur verið at hoyrt heilt fitt í føroyskum útvarpi.
Um “Kavafonn” sigur Lena: “hetta er ein sangur, sum vit skrivaðu aftan á, vit vóru farin í gongd við útgávuna, men eg gjørdist so glað fyri lagið, at eg ynskti, sangurin skuldi sleppa við – og nú hava vit so valt, at tað skal vera komandi staklagið. Vit valdu at spæla lagið inn live við bara kassaguitara og sangi. Síðani sendu vit upptøkuna til Óla Poulsen, sum legði bass á.”
“Av teimum fýra sangunum, ið higartil eru útkomnir, brýtir hesin eitt sindur frá. Eg ynskti, at sangurin skuldi geva kensluna av eini konsert upptøku meira enn eini studio útgávu.”
“Kavafonn” er tøkur á øllum talgildum tænastum frá fríggjadegnum 6. november.
Hoyr lagið her: https://open.spotify.com/track/2An4QmEyYYCpJzqfhIPMBz?si=72af125a6e8e4d14
Kavafonn
Orð og Lag: Lena Anderssen & Niclas Johannesen
Framleitt : Niclas Johannesen & Lena Anderssen
Mixað og mastrað: Óli Poulsen
Innspælt í Studio 57 og Fix-n-Mix
Tónleikarar
Lena Anderssen – sang, kór og fingraknips
Niclas Johannesen – guitarar, keyboards og fingraknips
Óli Poulsen – bass, fingraknips, tamborin, guiro.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



