Gøturnar eru klæddar í kava, tá ið ein amerikanskur maður við tøttum tilknýti til amerikanska forsetan og Hvíta Húsið lendir í Nuuk.
Maðurin er á missión: Á vitjanini fer hann at gera ein lista við nøvnum á grønlendskum ríkisborgarum, sum stuðla ætlanunum hjá Donald Trump, forseta, um at yvirtaka Grønland.
Maðurin er ein av minst trimum amerikanarum við tilknýti til Donald Trump, sum er á loyniligari herferð í Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo