Verkafólk: Verkafólk merkja enn sviðan av høga prísvøkstrinum seinastu árini, og hóast Búskaparráðið og Johnny í Grótinum vísa á, at prísvøksturin seinastu árini er vunnin aftur, er hetta ikki í tráð við veruligu støðuna hjá verkafólki flest.
Feløgini í Verkafólk undrast stórliga á útsagnirnar hjá formanninum í búskaparráðnum um, at keypiorkan er vunnin aftur, tí hetta er lang frá livda veruleikanum hjá Verkafólki.
- Veruleikin hjá nógvum okkara limum er, at prísurin fyri bústaðin og mat er somikið nógv hækkaður seinastu 5 árini, at vit hava tørv á einum uppaftur størri lønarlyfti enn seinast fyri at halda stand.
- Vit síggja, at hjá teimum, sum hava egin hús, eru prísirnir og rentan nógv hækkaðir og hjá teimum sum leiga, er leiguprísirni farnir ógvuliga langt upp seinstu 5 árini, sigur Elin K. Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



