Javnstøðunevndin: Síðan kjakið um fosturtøku kom fram í ljósmálan fyri fáum árum síðan, og eitt nú javnstøðunevndin mælti til, at kvinnan fær ræðisrættin innan fyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hava nógvar ábendingar verið um, at almannahugsanin um málið er broytt.
Skulu vit trúgva vísindakanningum og meiningakanningum, sum eru almannakunngjørdar seinastu árini, taka flestu fólk nú undir við lógaruppskotinum, sum Føroya løgting skal atkvøða um í næstum. Tó so er óvist, um meirilutin í løgtinginum ger tað sama.
Tó at breið semja javnt og samt hevur verið um, at fosturtøkulógin eigur at verða dagførd, hevur sjónliga kjakið um spurningin víst, at stór ósemja er í samfelagnum um, hvørt lógin skal liberaliserast ella halda fram at geva forboð. Tá ið uppskotið um at dagføra fosturtøkulógina í 2024 fall við jøvnum atkvøðum – 15 fyri og 15 ímóti - tagnaði kjakið aftur, men samtíðis ráddi ein kensla av, at umstrídda málið var óloyst.
Sannlíkt er, nú málið aftur er til viðgerðar, at drúgva umrøðan í samfelagnum hevur upplýst málið so mikið, at almenningurin er meira førur fyri at taka støðu til málið. Vaksandi undirtøkan fyri, at kvinnan fær ræðisrættin fram til 12. viku av viðgongutíðini, er helst eitt úrslit av nógvu almennu umrøðuni av fosturtøkuspurninginum hesi seinastu árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



