– Í gjárkvøldið tók eg avgerðina um at enda mína tíð sum høvuðsvenjari hjá hollendska landsliðnum, skrivar hann.
Koeman byrjaði sítt annað skeið sum "Oranje" venjari í januar 2023. Hann førdi liðið til hálvfinaluna í EM 2024, har teir taptu fyri Onglandi.
HM 2026 var eitt vónbrot. Niðurlond komu víðari úr bólkaspælinum, men vórðu útsligin í 16. partsfinalunum móti Marokko, skrivar norska VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



