Ein kokkur av italskum uppruna sum arbeidd í eini matstovu í Brisbane, Australia, hevur júst tapt eitt rættarmál sum millum annað snúði seg um hansara rætt at nokta at gera pitsur við ananasi á.
Kokkurin segði millum annað, at tað var ein háðan ímóti hansara matmentan at forlanga at hann skuldi gera pitsur við ananasi.
Arbeiðsgevarin segði hinvegin, at tað eisini vóru onnur viðurskifti og samstarvstrupulleikar sum gjørdu, at hann misti starvið.
Rætturin gav ikki kokkinum viðhald.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



