Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting úr dansivirkinum RIVA frumframføra 7. og 8. november pallverkið Stafett Duet í Tainan í Taivan.
Verkið er samstarv við Seed Dance Company úr Taivan og Ehrstrand Dance Collective við støð í Svøríki. Tað fevnir um tríggjar duettir við støði í sagnum um verur, ið skifta skap.
Føroyska duettin, Millum hold, byggir á søgnina um kópakonuna.
Hetta er fyrsta felags sýningin hjá bólkunum eftir fleiri ára samstarv. Rannvá og Vár hava eisini undirvíst dansilesandi í Taivan.
14. og 15. november framføra dansarar hjá Seed Dance Company føroysku duettina í Yanpu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



