Granskararnir Arne Søraas og Gunhild Nyborg halda, at koronasmittan kann hava elvt til hjarta- og æðrasjúkur hjá norðmonnum.
Nú ákæra tey norska fólkaheilsustovnin fyri ikki at hava fylgt við í tímanum.
Seinastu tíðina eru ein røð av órógvandi signalum komin fram um, at okkurt er hent við hjartaheilsuni hjá norðmonnum:
- Nýggj tøl frá norska fólkaheilsustovninum vísa ein vøkstur í talinum av hjartasjúklingum uppá 9 prosent síðani 2021. Talið av fólki við høgum blóðtrýsti ella hjartasviki er vaksið, og økingin kann ikki forklárast við einum eldri fólkatali.
- Samstundis er nýtslan av medisini til hjarta- og æðrasjúkur hjá ungum vaksnum eksploderað seinastu árini.
- Fyri stuttum greiddi NRK frá eini norskari kanning, sum vísir, at covid-19 er knýtt at einum øktum vanda fyri kroniskum skaðum á hjartað, sum ikki merkjast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



