Føroya Rættur hevur gjørt av at ógylda avgerðina hjá Fíggjarmálaráðnum at hava umval til kommunustýrið í Runavík týsdagin.
Talan er um eitt mál, sum handlar um at fimm býráðslimir í Runavík hava stevnt Fíggjarmálaráðnum. Teir vildu hava avgerðina hjá Fíggjarmálaráðnum at ógilda valið og hava nýval fyribils ógildaða, tí eitt annað mál, sum kemur fyri rættin síðst í februar, og sum snýr seg um valsvik, ger, at ov nógv óvissa er.
Rætturin heldur, at best er at bíða eftir úrslitinum av hesum málinum, áðrenn avgerð um møguligt umval í Runavík verður tikin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



