Setrið: Rógvi Olavson á Søgu- og samfelagsdeildini hevur skrivað greinina, sum viðger spurningar um legitimitet, álit og tilmæli í føroysku koronastýringini.
Ein av niðurstøðunum er, at álit er eitt týdningarmikið tilfeingi hjá myndugleikum í eini kreppustøðu, men at álit kortini ikki einsamalt er nóg mikið fyri at varðveita legitimitet í kreppustøðum í longri tíðarskeið.
Kreppur eru í vaksandi mun stýrdar við tilmælum og vegleiðingum heldur enn við formligari lóggávu. Hetta gjørdi seg galdandi í mongum londum undir COVID-19. Spurningurin er tí, hvussu myndugleikar varðveita legitimitet, tá ið undirtøka fyri kreppustýring ikki kann krevjast ella fremjast við formligari lóggávu. Og tá ið fólk heldur ikki kunnu revsast fyri ikki at akta boðum frá myndugleikum.
Henda greinin viðger spurningin um legitimitet við støði í umfatandi spurnakanning frá 2023, har fólk úr Svøríki, Danmark, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum svaraðu, hvussu stórt álit tey høvdu á myndugleikum, og hvussu rímilig ymisk COVID-19-átøk vóru. Tilsamans vóru næstan 6000 fólk við í kanningini.
Akademisku bókmentirnar viðgera álit sum eitt týdningarmikið tilfeingi, men tað kann vera trupult at máta álit, og spurningurin er eisini, um álit av sær sjálvum kann umsetast til praktiska undirtøku í eini kreppustøðu.
Greinin brúkar hugtakið skeptiskt álit hjá Pippa Norris (2022) sum lyndið hjá einum borgara til at skilja millum álit á ein myndugleika og fatanina av ítøkiligum átøkum, sum myndugleikin hevur sett í verk. Niðurstøðan er, at tá ið stýrt verður við tilmælum, skulu myndugleikar ansa eftir at taka álit fyri givið, tí hetta ikki altíð merkir, at borgarin tekur undir við øllum tí, sum myndugleikin setur í verk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



