Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Andaktir

Ein rørandi søga er frá tíðini, tá ið tey kristnu í Armenia vórðu forfylgd av turkisku stjórnini.

“Ein turkiskur hermaður elti undir eini innrás í Armenia eina unga kvinnu og bróður hennara.

Beiggin var skotin fyri eygunum á systrini. Henni eydnaðist at rýma og fjala seg á einum bóndagarði. Seinni, tá hon metti løtuna lagaliga, fór hon uppum ein lagaðan garð og varð bjargað úr vandanum.

Kvinnan var útlærd sjúkrasystir og tók sær av heilsustøðuni hjá fólkinum, har hon búði. Nakað seinni noyddu turkar hana at arbeiða á einum av teirra hernaðarligu miðstøðum ella sjúkrahúsum.

Ein dagin varð ein hermaður, ið hon bar kenslu á, innlagdur á ta stovuna, hon hevði ábyrgd av. Hon kendi andlitið aftur. Hetta var maðurin, ið hevði skotið beiggja hennara ta ferðina, tey vóru í trongstøðu.

Hermaðurin var álvarsliga sjúkur, og røktin var krevjandi. Ansaði hon ikki eftir og fór varisliga fram, var tann sjúki hermaðurin í lívsvanda.

Innan í sjúkrasystrini stríddust mangar ymiskar kenslur hvør móti aðrari. Stríðið stóð millum treytaleysan kærleika til næstan ella hatur og hevnd.

Tað var sum um hon hoyrdi eina óunniliga rødd, ið bað hana hevna bróður síns deyða. Ein onnur mildari og kærleiksfull rødd teskaði: Elskið fíggindar tykkara.

Ein torførur bardagi var innan í henni. Borgarakríggið ella stríðið um yvirvaldið í hennara landi gjørdist ein kensluligur vígvøllur innan í henni. Tað ónda og tað góða stríddust um valdið í hjartanum.

Sjúkrasystirin var komin til trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Jesus hevði fingið innivist í hennara hjarta. Góðska og kærleiki frelsarans móti henni, fekk hana at bera seg menniskjansliga at mótvegis øllum teimum, ið komu á sjúkrastovuna, har hon arbeiddi.

Á hesum sinni vann tað góða sigur á tí illa. Tann sjúki hermaðurin fekk ta røkt, ið honum tørvaði. Samvitskufull útinti hon røktina á ein menniskjansligan hátt uttan at taka dagar ímillum patientarnar á sjúkrahúsinum.

Hermaðurin helt seg bera kenslu á tað vinsæla andlitið. Hann helt seg hava sæð andlitið á sjúkrasystrini onkrastaðni og varnaðist, at hon kendi hann aftur. Jú, hetta var kvinnan, hvørs bróður hann hevði tikið av døgum.

Honum var tað ein gáta, at hon ikki hevndi bróður síns deyða, nú umstøðurnar vóru øðrvísi, og hennara støða var munandi styrkt. Ístaðin fekk hann ta somu góðu røktina sum aðrir sjúklingar.

Ein dag tók hermaðurin mót til sín og spurdi sjúkrasystrina, hví hon ikki bara lat hann doyggja í friði og náðum. Hann hevði ikki uppiborið at yvirliva.

Sjúkrasystirin svaraði stillisliga: “Eg ynski so fegin at ganga í fótasporum hansara, ið hevur bjarga mínum lívi og sagt, at vit skulu elska fíggindar okkara og gera væl móti teimum, ið hata okkum.”

Eina góða løtu lá hermaðurin stillur uttan at siga eitt orð. Loksins segði hann undrandi: “Eg visti ikki, at ein slíkur átrúnaður var til. Kanst tú ikki siga mær eitt sindur meira um tína trúgv?” 1)

Ein vøkur søga frá fyrra heimsbardaga. Alskins ræðuleikar vórðu framdir so manga staðir, har fólk vórðu forfylgd og dripin. Turkaland avrættaði 1,5 mió. fólk úr Armenia undir og rundan um fyrra heimsbardaga.

Sinnalagið hjá tí umtalaðu sjúkrasystrini og hugburður hennara eru okkum kristnu í Føroyum eins væl og í øðrum londum ein fyrimynd. Her heima á landi hava kirkjur, samkomur og prædikufólk góðar umstøður at prædika, virka og samlast um Guðs orð. Tað er næstan ein fyrimunur, um vit eru trúgvandi og liva eitt siðaligt lív.

Hóast hesa hepnu støðu, hendir tað, at vit kristnu gloyma at fyrigeva teimum, ið traðka okkum á tærnar. Tað hendir tíverri eisini, at vit á manna munni og á teimum sosialu miðlunum forfylgja teimum og tala ilt um tey, sum víkja nakað frá okkara egnu sjónarmiðum og tulking av Skriftini.

Dvølja við kríggini í okkara heimsparti, er talan als ikki so tespilig og høvisk. Eisini her á landi eru orðini køld, háðandi og niðrandi.

Havi frá barnsbeini av verið vinur við Ísrael og fólkið har býr. Eri enn vinur Ísraels, hóast mær als ikki hóvar teirra harðrendu framferð og óndskapin í Gasa.

Havi frá barnsbeini hoyrt um støðu teirra kristnu í tí arabiska heiminum. Listin hjá Open Doors, ið kallast “Word Watch List 2025”, staðfestir, at kristin og aðrir minnilutar framvegis verða forfylgd av muslimum.

Hóast tað havi eg møtt nógvum friðarligum muslimum, ja enntá sitið til borðs saman við teimum. Onkur teirra er vinur av okkara húski.

Men, hetta fær meg ikki at siga, at alt er gott. Tí álopið, ið Hamas gjørdi tann 7. oktober 2023 á vanlig fólk í Ísrael er óndskapur.

Hvar eri eg, tá ið Reyðikrossur gongur hús úr húsi og savnar pening inn til líðandi og neyðstødd í muslimskum londum?

Hvar er Jesus í dag, og hvar er hann ikki? Amen.

Orðið: “Elskið fíggindar tykkara!”

Kelda: “Tre hundrede fortællinger”, Mia Hallesby / Elisabeth Garde, O. Loshe, Keypmannahavn 1937.

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo