Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Onnur tíðindi

Veitarar av kryptotænastum, sum eru fevndir av føroysku reglunum, skulu nú lata skattamyndugleikunum upplýsingar um handilin hjá fráboðanarskyldugum kundum.

Tað ásetur ein nýggj kunngerð, sum er kunngjørd í dag og kemur í gildi í morgin, 18. november.

Fráboðanin skal millum annað fevna um navn, bústað og skattligan heimstað hjá kundanum umframt upplýsingar um keyp, sølu, umbýti og flytingar av kryptoognum. Reglurnar eru partur av altjóða samstarvinum um skattaupplýsingar og fevna um kundar við skattligum heimstaði í londum, sum Føroyar hava viðkomandi avtalu við.

Fyrsta fráboðanin verður fyri álmanakkaárið 2026 og skal latast í seinasta lagi 31. januar 2027.

Veitararnir skulu eisini kanna skattliga heimstaðin hjá kundunum og varðveita skjøl og dátur í minst fimm ár eftir fráboðanarfreistina.

Kunngerðin byggir á OECD-rammuna fyri fráboðan av kryptoognum, nevnd CARF.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur undirskrivað hana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #