Góðu Løgtingsfólk
Í samband við at tað er umbiðið at fáa lm. 15 (fosturtøkulógin) atkvøtt úr Rættarnevndini í morgin, so vil undirritaði gera vart við hesi viðurskifti.
Viðvíkjandi hoyringum í nevndini, so er rætt at staðfesta, at málið er fult upplýst og at tað tí ikki er neyðugt við fleiri innkallingum.
Hinvegin, so kunnu vit ikki staðfesta, at næsti liðurin í tilgongdini er fullgjørdur. Tað er sjálv politiska viðgerðin. Ikki tykkum at siga, so krevja summi mál minst líka nógva politiska viðgerð sum “fakliga” viðgerð. Tað, sum eisini er heilt serligt fyri hetta málið, er at flestu flokkar frístilla sínar tingbólkar til at atkvøða eftir egnari sannføring og harvið gerst politiska tilgongdin enn fløktari.
Undirritaði heldur tað tí vera sera órímiligt, at málið verður tikið frá Rættarnevndini mitt í einari politiskari tilgongd, har broytingaruppskot og annað er til viðgerðar. Fyrst av øllum vildi undirritaði ynskt, at Løgtingsformaðurin gav Rættarnevndini longri freist og í øðrum lagi at samlaða Løgtingið vísti virðing fyri politisku viðgerðini í Rættarnevndini. Málið er í skrivandi stund bert farið 4 dagar yvir freistina.
Undirritaði kann í hesum sambandi vísa til lm. 5: Uppskot til løgtingslóg um stutttíðarleigu av bústøðum í Trivnaðarnevndini, sum fekk freist til 9. oktober. Málið í Trivnaðarnevndini er sostatt farið 30 dagar út um givnu freistina og onki álit er lagt fram enn. Ongin hevur gjørt nakað burturúr hesum og undirritaði heldur sjálvur hetta vera í lagi, tí tað hava helst verið politiskar tingingar um “stutttíðarleiguna” og tá er ikki meira enn rímiligt, at Trivnaðarnevndin fær neyðugu tíðina til at avgreiða málið á nøktandi hátt.
Hóast tað ikki er brot á tingskipanina at taka málið frá Rættarnevndini, so heldur undirritaði at hetta er órímiligt. Samstundis er undirritaði sannførdur um, at §32, stk. 2 og 3, í tingskipanini í høvuðsheitum var samtykt fyri at fyribyrgja, at løgtingsnevndir tilætlað ella ótilætlað “løgdu hald” á mál, so at tey eitt nú fullu burtur á sumri, og ikki til eina slíka støðu sum hesa (sí viðhefta skriv).
Her at enda, so er tað púra ólogiskt, at Miðflokkurin skuldi farið og lagt hald á sítt egna mál. Tað einasta, vit ynskja, er at málið fær eina virðiliga viðgerð og at atkvøðugreiðslan fer fram undir røttu fortreytum.
Vinaliga
Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



