Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln
Krutl

Kúrberg royndist óført fiskifar. Jóhan Simonsen, Jóhan í Hoyvík, átti bátin, sum var smíðaður á Tórshavnar skipasmiðju (nú MEST), liðugur á vári 1950. Hann var 75 tons brutto og hevði 200 hesta gamma dieselmotor.

Vit nevna, at Vón hjá Sigurdi Simonsen, skipara í Fuglafirði, var fyrsta skipið, ið fór av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju. Tað var í 1940. Norðlýsið var annað (1945) og Norðberg triðja (1946). Hóast góð 80 ár á baki er Norðlýsið framvegis í vinnu. Við støð í Havn siglir stásiliga skonnartin summarhálvárið við ferðafólki millum oyggjarnar.

Fyrstu tíðina royndi Kúrberg við snurruvág eftir flatfiski undir Íslandi. Í 1951 og 1952 vóru teir á saltfiskaveiði í Grønlandi við snøri. Klæmint Nicodemussen av Sandi var skipari fyrra árið, og hann hevði alt fyri eitt á orði, hvussu væl skipið lá avhálað.

Tá ið lastin var full, var ætlanin at landa í Føroyingahavnini, men saltdamparin var ikki komin, og tískil varð farið heim. Summarið eftir var Jóhan í Hoyvík skipari. Nógvur fiskur var framvegis í Grønlandi. Teir landaðu í Føroyingahavnini, fyltu so skipið aftur og sigldu heim.

Næstu árini trolaði Kúrberg eftir flatfiski undir Íslandi og seldi á bretska marknaðinum. Men tá ið íslendingar seint fimmtiárini settu sjómarkið út á 12 fjórðingar, legði Jóhan í Hoyvík um til hemaraveiði og fór at royna undir Føroyum, við Rockall og onkran túrin sunnan fyri Írland.

Í 1960 fór Jóhan í Hoyvík at føra nýggja skipið, Hoyvíking, og sonur hansara, Birgir, fór at føra Kúrberg. Birgir fiskaði upsa við snellu, og væl lá fyri. Teir royndu undir Føroyum og Íslandi og komu so javnan aftur við fullum skipi. Teir vóru eisini á sild norðan fyri Føroyar, royndu við upsagørnum og eitt skifti toskagørnum eisini.

Í 1970 fór Kúrberg til Danmarkar at skifta motor og brúgv. Nýggi motorurin var 240 hesta callesen diesel. Í 1980 keypti Joen Eli Lamhauge úr Lamba Kúrberg. Joen Eli førdi bátin, men bróðir hansara, Jóan Jákup, loysti hann av einstakar túrar. Seinni áttu aðrir fiskifarið, sum í 2003 varð selt til Tvøroyrar.

Tá ið Kúrberg um heystið 2012 skuldi høggast upp á Skála, fingu menn á Skálafjørðinum steðgað hesum, stovnaðu felag og ætlaðu at seta bátin í upprunastand. Ætlanin bar tó ikki á mál, og skipið er ikki til longur.

Manningin summarið 1951
Myndirnar (hjá Hans Simonsen) sýna Kúrberg í Grønlandi summarið 1951. Manningin tekur sær av løttum eina løtu. Vinstrumegin frá:

Vilmund Hansen, Kollafirði; Klæmint Nicodemussen, skipari, Sandi; Torkil Hansen, Tórshavn; Eigil Hansen, Tórshavn; Hans Mortensen, motorpassari, Argir; Dion Jacobsen, Kollafirði; Herluf Jacobsen, Skopun; Jens Wenningsted Hansen, Skopun; Sven Hansen, kokkur, Tórshavn, og Gunleig Midjord, bestimaður, Kvívík. Vanta á myndini: Karl Jensen, Hoyvík, og Birgir Simonsen, smyrjari, Tórshavn. Birgir tók myndirnar.

Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #