Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Skúli

Skúlablaðið: Flokslærarauppgávan er vaksin munandi. Lærarafelagið ger enn sítt fyri at vísa politiska myndugleikan á støðuna, sum ikki kann standa við, tí at hon kostar bæði hjá næmingum og hjá lærarum. Myndugleikarnir tykjast at skilja hesa avbjóðing, men lítið er hent, stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá Føroya Lærarafelag.

- Flokslæraranum tørvar betri umstøður, tað má vera meira tíð til hvønn næming og møguleikar at hava næmingar í smærri bólkum. Skrivligar frágreiðingar um næmingar, útgreiningarskjøl og fundir við myndugleikar uttan fyri skúlan fylla alt ov nógv, og ofta førir hetta arbeiðið ikki til nakrar loysnir, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður felagsins.

Føroya Lærarafelag fekk í semjuna við Fíggjarmálaráðið, at lærarar fáa løn fyri fundir við aðrar myndugleikar, men ásetingin verður ikki fylgd. Í semjuna kom eitt protokollat um skjøl og frágreiðingar, at “Avtalað er, at partarnir seta seg saman, at gera mannagongdir til skúlaárið 2024/25, so lærarar fáa gjald fyri at fylla út útgreiningarskjøl og skriva frágreiðingar um næmingar til Barna- og Ungdómspsykiatriina, Sernám, Barnaverndartænustana o.a.”.

- Hetta arbeiðið er ikki komið á mál, tí er tað aftur við í samráðingunum. Felagið heitir á skúlaleiðslur og Undirvísingarstýrið at verja lærarar og serliga flokslærarar ímóti, at allir myndugleikar bara senda boð eftir læraranum í tíð og ótíð at úttala seg, skriva frágreiðingar og fylla út greiningarfrymlar. Lærarin nýtir tíðina best saman við næmingunum, tí skal tíðin, sum lærarin verður hálaður burtur frá næmingunum á fund ella at skriva frágreiðingingar, avmarkast. 

Áheitanin hjá felagnum til Undirvísingarstýrið og skúlaleiðslur er, at alt samskifti, inn og út úr skúlanum, fer ígjøgnum leiðsluna og førleikastovuna, so at lærarin verður vardur. Um ein stovnur uttanífrá hevur tørv á, at lærarin kemur við síni frágreiðing, so mugu tey hugsa seg um og grundgeva fyri, hvørt tað er neyðugt, og heldur seta spurningarnar í eini samrøðu, har tað er stovnurin, sum noterar, so at lærarin er vardur frá at skriva frágreiðingina sjálvur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #