Í morgin verður frískur vindur av landsynningi, turt og sólin sær og hitin um sjey stig.
Týsdagin frískar hann vindin upp í ein strúk, samdrigið men kanska onkur sólglotti fyrrapartin, hitin upp í 8 stig.
Mikudagin minkar vindurin burtur í onki um middagsleitið tá hann støkkur vesturum, regn fyrrapartin, sólin sær seinnapart, hitin úr 8 niður í 6 stig.
Hósdagin aftur landsynningur, hann trilkar vindin sum dagurin líður, turt, hitin um 8 stig.
Fríggjadagin skrið av landsynningi og samregn, hitin úr 8 niður í 5 stig.
Næsta vikuskiftið bert ein ond av landsynningi, turt og sólin sær av og á og hitin 5-7 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



