Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Føroyski búskapurin hevur tað gott sum er. Men stórar avbjóðingar liggja fyri framman, og verður onki gjørt, so fer landskassaskuldin at vaksa ógvusliga. So fara útreiðslurnar at spola avstað frá inntøkunum orsakað av demografisku gongdini, tað vil siga, at tey sum eru eldri gerast fleiri samstundis sum tey ungu gerast lutfalsliga færri.

Tað sigur landsbankastjórin, Malan Johansen, í viðmerking sum VP hevur biðið um, í samband við at danski statskassin ikki hevur skylda so lítið seinastu 50 árini, sum nú.

Danska statskassaskuldin er áleið 5% av bruttotjóðarúrtøkuni. Til samanberingar kann nevnast, at føroyska landskassaskuldin í mun til BTÚ er meira enn tríggjar ferðir størri, ella áleið 17%. 

Landsbankastjórin sigur, at útgangsstøðið fyri búskapin er gott, men stórar avbjóðingar eru, eitt nú við undirskoti á fíggjarlógini í bestu tíðum. So onki er at bíða við, tøkini eiga at takast nú, heldur hon.

- Ikki minst tá útreiðslunar í komandi tíðum fara at spola frá inntøkunum orsaka av demografisku gongdini. Tað er neyðugt at taka stór tøk fyri at fáa fíggjarpolitikkin haldføran. Verður tað ikki gjørt, kemur skuldin at veksa nógv komandi árini, sigur Malan Johansen.

les eisini
Danska statsskuldin ikki verið lægri seinastu 50 árini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo