Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 53, stk. 3 í tingskipanini, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. SS-002/2026 um koppsetingar fyri Korona
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvar fráboðanir um hjáárin ella illgruna um hjáárin eftir covid-19 koppseting eru skrásettar frá føroyskum borgarum? Her verður hugsað um samlaða talið av fráboðanum, talið av álvarsomum fráboðanum, talið av innleggingum og talið av deyðsføllum, sum eru fráboðað í sambandi við møgulig hjáárin.
2. Hvussu nógvar kærur og umbønir um endurgjald vegna hjáárin og skaðar av koppseting fyri Korona hava heilsumyndugleikarnir í Føroyum og í Danmark móttikið frá føroyingum? Og hvørjum aldursbólkum og kyni eru tey raktu í, t.e., hvussu mong børn, hvussu mong vaksin, kvinnur ella menn?
3. Hvørjum viðvíkja í høvuðsheitinum hesar kærur og hesi endurgjaldskrøv, og hvussu mong av hesum eru viðgjørd og kannað nærri, og hvat gjørdust úrslitini?
4. Hvørjar upplýsingar um virknaðaróvissu og um kend og møgulig hjáárin var føroyski borgarin kunnaður um, áðrenn hesin varð koppsettur fyri covid-19? Verður mett, at kunningin til borgaran og hin koppsetta var nøktandi?
5. Hvussu varð tryggjað, at læknar og onnur heilsustarvsfólk fráboðaðu illgruna um hjáárin eftir covid-19 koppseting? Kann hugsast, at undirfráboðan kann hava verið?
6. Hvussu vórðu fólk, sum longu vóru koppsett, kunnað, tá nýggj hjáárin vístu seg, og trygdarupplýsingar og produktupplýsingar vóru dagførdar?
7. Hjartavødda- og hjartahinnubruni, eisini kend undir heitinum myokarditis og pericarditis, vórðu staðfest sum kend hjáárin eftir ávísar covid-19 koppsetingar. Hvussu nógvir tilburðir av hjartavødda- og hjartahinnubruna vórðu skrásettir í Føroyum árliga frá 2015 til 2025 í ymiskum aldursbólkum- og sæst nøkur broyting í hesum tølum eftir 2021?
8. Hava føroysku heilsumyndugleikarnir kannað, um broyting hevur verið í talinum av hjartasteðgum, hjartsláttarólagi ella øðrum álvarsomum hjartatilburðum eftir 2021 samanborið við árini frammanundan?
9. Hvussu nógvir tilburðir av blóðtøppum ella heilabløðingum eru skrásettir í Føroyum árliga frá 2015 til 2025? Sæst nøkur týðandi broyting eftir 2021 býtt eftir aldri og kyni? Um tølini vísa eina øking, er so kannað, hvørjar orsakir kunnu liggja aftanfyri?
10. Hava føroysku heilsumyndugleikarnir kannað, um broyting er farin fram í samlaða talinum av krabbameinstilburðum og í aldrinum, tá slíkir vórðu staðfestir, og um broytingar eru í einstøkum krabbameinssløgum, og aggressiviteti hjá krabbameinssjúkum eftir 2021? Fer slík kanning at verða gjørd, um hon ikki enn er?
11. Er tað møguligt – anonymiserað og innan karmarnar av dátuverndarlógini – at kanna langtíðar heilsustøðuna hjá koppsettum samanborna við heilsustøðuna hjá ikki koppsettum borgarum? Hugsað verður um samanbering av samlaðari deyðiligheit, hjartasjúkum, krabbameini, ovurviðkvæmis, neurologiskum- og øðrum álvarsomum sjúkum?
12. Fer landsstýrið at taka stig til eina óhefta føroyska eftirmeting av covid-19 koppsetingarátakinum? Ein slík eftirmeting kundi fevnt um virknaðin av koppsetingunum, kundi skrásett møgulig hjáárin, deyðiligheit, hjarta- og æðrasjúkur, krabbameinstøl, umframt langtíðar heilsuviðurskifti, kunningina til borgarar og skipanina fyri fráboðan og endurgjald.
13. Er ein skipað langtíðar uppfylging av føroyskum borgarum, sum hava fingið álvarsom ella drúgv heilsuárin eftir covid-19 koppseting, sett í verk?
Svar:
Til spurning 1
Síðani farið varð undir at koppseta fyri covid-19 í Føroyum tann 30. desember 2020, eru fleiri enn 100.000 koppsetingar framdar.
Fyri august 2023 skuldu fráboðanir um hjáárin sendast donskum myndugleikum. Síðani tá hevur borið til at fráboða hjáárin í Føroyum. Í føroysku skrásetingarskipanini eru eingi skrásett hjáárin innkomin viðvíkjandi covid 19 vaksinuni. Tó er ein uppgerð gjørd fyri fráboðanir um hjáárin aftur til 2020, og í hesum sambandi eru upplýsingar fingnar til vega frá donsku myndugleikunum. 42 fráboðanir er komnar frá føroyingum um illgruna um hjáárin av koppsetingarevninum Comirnaty.
Hetta fevnir um fráboðanir frá bæði heilsustarvsfólkum og borgarum. Av hesum fráboðanum eru 18 skrásettar sum álvarsamar. Við álvarsomu hjáárini verður meint eitt hjáárin, sum hevði við sær innlegging ella leingjan av innlegging, avlamni, fosturskaða, deyða ella var lívshættisligt. Út frá teimum innkomnu upplýsingunum ber ikki til at staðfesta, hvussu nógvar av teimum 18 skrásettu álvarsomu fráboðanunum viðvíkja innleggingum. Fyri ein borgara í aldursbólkinum 65+ snúði fráboðanin seg um andlát.
Tað er týdningarmikið at gera greitt, at talan er um fráboðað hjáárin. Tað er ikki staðfest, at samband er millum hendingarnar og vaksinuna. Hendingarnar kunnu vera tengdar at undirliggjandi sjúku, heilsustøðu, samstundis nýtslu av øðrum heilivági ella øðrum viðurskiftum. Tá læknar, borgarar ella avvarðandi fráboða eitt møguligt hjáárin, krevst bert ein illgruni um, at eyðkennini kunnu hava samband við heilivágin. Ein fráboðan er tí ikki tað sama sum prógv fyri einum orsaka sambandi millum heilivágin og tey fráboðaðu eyðkennini.
Landslæknin hevur ikki kunnleika um hjáárin eftir koppseting við covid-19-koppingarevni ella um møguligar innleggingar í kjalarvørrinum av slíkum hjáárinum.
Hvat viðvíkur andlátum, vórðu allir læknar kunnaðir um, at teir høvdu skyldu til at boða løgregluni frá øllum andlátum, har viðkomandi persónur hevði fingið covid-19-koppseting innan sjey dagar undan andlátinum. Henda skipan varð ásett í kunngerð nr. 450 frá 16. mars 2021 fyri Føroyar um rættarlæknaliga líkskurð í sambandi við andlát stutt eftir móttøku av kopping móti koronavirussjúkuni 2019 (covid-19).
Landslæknin veit um tríggjar fráboðanir, har rættarmedisinskur líkskurður varð framdur, umframt eitt mál, sum ikki varð fráboðað. Í teimum trimum málunum, har rættarmedisinskur líkskurður varð framdur, kundu hvørki líkskurðurin ella kanningar, sum síðani vórðu gjørdar, staðfesta nakað samband millum koppsetingina og andlátið. Niðurstøðan var, at andlátini vóru elvd av álvarsomum og varandi sjúkum hjá viðkomandi.
Spurningur 2 og 3 verða svaraðir undir einum
Landslæknin hevur kannað um Styrelsen for Patientklager hevur móttikið klagur frá føroyskum sjúklingum, í sambandi við koppseting við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum í tíðarskeiðinum frá desember 2021 til 2026. Kanningin vísir, at ongar klagur eru skrásettar í hesum sambandi.
Patienterstatningen hevur upplýst, at fimm sjúklingar, hava søkt um endurgjald frá Patienterstatningen fyri hjáárin og skaðar av koppseting fyri korona. Talan er um tveir menn og tríggjar kvinnur í aldursbólkinum 30 til 50 ár.
Umsóknirnar hava snúð seg um hjáárin av koppsetingini ella komplikatiónum eftir koppsetingina.
Øll málini eru viðgjørd og kanna nærri. Tvey av málunum eru framvegis opin, hesar klagurnar komu í 2026. Trý av málunum eru avgreidd. Eingin av teimum trimum sjúklingunum hevði rætt til endurgjald, sambært lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet.
Til spurning 4
Covid-19 koppsetingarbólkurin kunnaði alment um hvørji hjáárin kundu standast av koppsetingini.
Kunnað varð um, at øll koppingarevni hava hjáárin, eisini koppingarevni, sum var brúkt í Føroyum at koppseta fyri covid-19. Fólk vórðu kunna um ymsu sløgini av hjáárinum, t.v.s. at talan kann verða um stutt og vanlig hjáárin; meðan tað í hendinga førum kunnu koma álvarsamar bráðreaktiónir við ovurviðkvæmi. Kunnað varð um, hvussu fólk skuldu bera seg at, um tey fingu hjáárin, og hvussu heilsustarvsfólk skuldu bera seg at, um tey fingu kunnleika um hjáárin hjá sjúklingum.
Mett verður, at fólk fingu eina so góða kunning sum tað bar til undir teimum umstøðum, sum vóru.
Kunningin varð veitt við støði í tí vitan, sum var um koppingarevnið, tá farið varð undir koppsetingina og meðan koppsett varð.
Til spurning 5
Tá tað snýr seg um heilivágsnýtslu hava læknar skyldu til at boða Lægemiddelstyrelsen frá hjáárinum av heilivágsnýtsluni. Lægemiddelstyrelsen gjørdi eina skipan, har heilsustarvsfólk og sjúklingar í Føroyum kundu fráboða hjáárin. Landslæknin kunnaði Landsapotekaran skrivliga um hetta í mars 2021. Seinni varð ábyrgdin fyri fráboðanarskipanini flutt til Apoteksverkið, og fráboðanir kunnu nú sendast inn umvegis heimasíðuna hjá Apoteksverkinum. Apoteksverkið hevur eisini varpað ljós á, at ein fráboðar hjáárinum á heimasíðu teirra. Kunningartilfar bleiv eisini gjørt at býta út, sokallað postkort við kunning.
Kanningar hava víst, at talið av fráboðanum um hjáárin úr Føroyum hevur verið lágt, og at fráboðanarskipanin bert í avmarkaðan mun hevur verið nýtt.
Til spurning 6
Eftirsum tað í hesum tíðarskeiðið ikki vóru álvarsom hjáárin ella hjáárin, sum tíðum vóru at síggja, sendi Landslæknin ikki út serliga kunning um møgulig hjáárin. Tá ið tað seint í 2022 varð greitt, at álvarsamt hjáárin í sambandi við Pfizer/BioNTech-koppingarevnið kundi vera hjartavøddabruni (myokarditis) og hjartahinnubruni (perikarditis), fingu tey koppsettu ikki eina serliga kunning um hetta. Málið varð tó umrøtt í fjølmiðlunum sum eitt sjáldsamt hjáárin.
Í einari vísindaligari grein, sum varð útgivin í JAMA Cardiology í 2022, SARS-CoV-2 Vaccination and Myocarditis in a Nordic Cohort Study of 23 Million Residents, varð mett um, hvussu nógv vandin fyri hesum sjúkum øktist eftir koppseting. Kanningin vísti, at serliga hjá fólki í aldursbólkinum 16 til 24 ár var ein øktur vandi fyri myokarditisi og perikarditisi. Økti vandin við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum varð roknaður til 4 til 7 tilburðir fyri hvørjar 100.000 koppsetingar í hesum ávísa aldursbólkinum.
Í Føroyum eru umleið 6.000 ung í aldrinum 16 til 24 ár. Sæð í ljósinum av hesum tølum er tað hagtalsliga ósannlíkt, at Pfizer/BioNTech-koppingarevnið hevur elvt til nakran tilburð av myokarditisi ella perikarditisi í hesum aldursbólkinum í Føroyum.
Til spurning 7
Tølini fyri hjartavøddabruna og hjartahinnubruna hava árini 2015 til 2025 verið fimm ella færri um árið fyri hvørja av diagnosunum.1 Diagnosurnar eru ikki eftirkannaðar í sjúklingajournalunum.
Tølini eru ov smá til at býta á aldursbólkar. 1Leitað var eftir ICD10 kotum: I400, I401, I408, I409, I411, I418, I514, I300, I301, I308, I309, I328.
Til spurning 8
Heilsustýrið hevur ikki kannað, um broyting er í talinum av hjartasteðgum, hjartasláttarólagi ella hjartatilburðum árini fyri 2021 og árini eftir 2021.
Til spurning 9
Heilsustýrið hevur ikki eina samlaða skrá við hagtølum um tilburðir av blóðtøppum og heilabløðingum. Arbeitt verður við at menna eina Heilsuskrá, sum millum annað fer at gera tað møguligt at gera upp diagnosur og fylgja gongdini yvir tíð. Neyðuga dátugrundarlagið til at gera eina slíka uppgerð fyri árini 2015 til 2025, býtt eftir aldri og kyni, hevur ikki verið tøkt innan ásettu tíðarfreistina at svara hesum spurningi. Tí ber heldur ikki í hesum sambandi til at meta um, hvørt ein broyting hevur verið eftir 2021, ella hvørjar møguligar orsakir kunnu liggja aftanfyri eina slíka broyting.
Til spurning 10
Krabbameinstilburðir í Føroyum eru gjørdir upp til og við 2023. Av tí, at fólkatalið í Føroyum er lítið, kunnu tølini sveiggja nógv ár undan ári, og tí er torført at staðfesta broytingar yvir styttri tíðarskeið. Enn eru ov fá ár uppgjørd eftir 2021 til, at tað ber til at gera álítandi niðurstøður um møguligar broytingar.
Til spurning 11
Tað ber til at gera eina slíka kanning, treytað av, at galdandi krøv til dátuvernd og gransking verða lokin. Ein slík kanning hevði verið víðfevnd og kravt eina neyva verkætlanarlýsing, atgongd til viðkomandi dátur og fígging.
Til spurning 12
Landsstýrið arbeiðir ikki við at gera eina slíka eftirmeting.
Til spurning 13
Ein slík skipan er ikki sett í verk í Føroyum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 9. oktober 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



