Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi
Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Frá 4. til 9. august verður NM í gonguløgum fyri íslendsk ross á Margretarhofi í Everöd í Svøríki. Valborg, Knút og trý av teirra rossum fóru avstað við Norrönu fríggjanáttina. Tey gista hjá vinfólki í Hirtshals í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur víðari til Svøríkis.

Gæðingakeppni og tølt
Knút luttekur á hestinum Kára frá Ásbrú í gæðingakeppni í B-flokki. Tað hevur fyrr gingist teimum báðum serliga væl í hesi greinini. Í 2022 gjørdust teir norðurlendskir meistarar í Álandi, meðan teir í 2024 vunnu silvur í Danmark.
Knút og hesturin Hvinur frá Árbæjarhjálegu II fara at kappast bæði í T2 og T1. Teir báðir gjørdust føroyameistarar í T2 herfyri. T2 er tøltkapping, har m.a. skal ríðast við sløkum teymum, og Hvinur hevur víst seg at roynast serliga væl í hesi grein.
Valborg og Stæll frá Skagaströnd fara somuleiðis at kappast í gæðingakeppni B, sum er fyri fjórðgongd ross, eins og tey eisini fara at kappast í T1.

Góða eydnu
Vit fara at fylgja spent við frá síðulinjuni og ynskja Valborg og Knúti allarbestu eydnu í Svøríki. Til ber at síggja úrslit á HorseDay appini, meðan eidfaxitv.is fer at senda beinleiðis frá kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #