At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Vinna

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur hesa vikuna verið á vitjan hjá fiskivinnufyritøkum í Klaksvík og Suðuroy.

Í Klaksvík vitjaði landsstýrismaðurin í Norðhavnini hjá Faroe Ship og Christian í Grótinum. Har kunnaði hann seg um teirra virksemi og umrøddi gongdina í vinnuni og viðurskifti, sum hava týdning fyri feløgini.

Í Suðuroynni gekk leiðin til Varðan Pelagic, Delta Seafood og P/F Steintór. Landsstýrismaðurin skifti orð við fyritøkurnar um tær avbjóðingar og fortreytir, sum hava týdning fyri vinnuna, bæði í fiskiskapi og framleiðslu.

Eisini varð vitjað hjá Kirvi í Lopra, har leiðslan greiddi frá framleiðsluni av føroyskum kelduvatni og ætlanirnar um at útflyta til útlendskar marknaðir.

- Tað hevur stóran týdning fyri meg sum landsstýrismann at koma út til fyritøkurnar og hoyra frá teimum, sum virka í vinnuni hvønn dag. Tað gevur innlit í, hvar vinnan er í dag, og hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman. Tað er ikki minst týdningarmikið at hoyra, hvar vinnan heldur, at karmarnir kunnu gerast betri. Uppgávan hjá okkum politikarum er at lurta og skapa góðar og støðugar karmar, so vinnan áhaldandi kann gera íløgur og mennast, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #