Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Politikkur

Mentamálaráðið: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á vitjan hjá Kringvarpi Føroya.

Magnus Dam, kringvarpsstjóri, vísti runt á stovninum, og landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa upp á starvsfólk, sum vóru til arbeiðis á redaktiónunum, í studio o.s.fr.

Eftir rundvísingina kunnaði stjórin um ymisk viðurskifti á stovninum. Rógvi Olavson, stýrisformaður, tók eisini lut á fundinum. Greitt varð m.a. frá bygnaðinum og framleiðsluni.

Kringvarpsstjórin kunnaði eisini um kringvarpssavnið og Savnsgull-verkætlanina. Kringvarpið arbeiðir við at gera talgilda tilfarið atkomuligt fyri almenninginum. Eisini skulu tøkniligar loysnir finnast, so tað verður ómakaleyst hjá brúkarunum at leita eftir tilfari. Eftir ætlan verður alt savnið atkomuligt í 2030.

Landsstýrismaðurin fregnaðist eftir, um ein app til barnatilfar, sum peningur er játtaður til á fíggjarlógini, er ávegis. Kringvarpið væntar, at appin verður tøk innan fyri eitt hálvt ár. Arbeitt verður eisini við at menna aðrar appir, t.d. eina savnsapp.

- Sum tað stendur í public service-sáttmálanum, leggi eg stóran dent á, at vit í Føroyum hava gott tilfar til børn og ung. Hetta er alneyðugt í eini tíð, har ein vaksandi nøgd av útlendskum tilfari er tøk hjá yngstu ættarliðunum. Tí vóni eg at síggja enn fleiri dygdargóðar sendingar til børn og ung á føroyskum máli í Kringvarpinum, segði landsstýrismaðurin eftir vitjanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #