Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Politikkur

Løgtingið tekur í dag endaliga støðu til, um lesandi skulu kunna vinna meira, áðrenn inntøkan verður mótroknað í lestrarstuðlinum. Uppskotið er fyrsta mál á tingfundinum og kemur til triðju viðgerð.

Tvey mál koma til aðru viðgerð. Annað skal hækka hámarkið fyri sjúkradagpening. Hitt skal geva TAKS ábyrgdina av at krevja heilsutrygdargjaldið inn og viðgera mál um gjaldið.

Miðlastuðulin er eisini á dagsskránni. Tingið fer undir fyrstu viðgerð av einum uppskoti um at broyta reglurnar um rakstrarstuðul og staðbundnan stuðul til miðlar.

Síðan kemur eitt uppskot um at seta á stovn eina grundútbúgving í tilbúgving til fyrstu viðgerð. Tingið fer eisini at umrøða ein spurning um koppsetingar fyri korona. Seinasta punkt á dagsskránni er framløga.

Tingfundurin byrjar klokkan 11 - fylg við her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #