Sum vant, er stórur áhugi fyri at sýna fram listaverk á stóru ólavsøkuframsýningini í Müllers pakkhúsi, sum Lions Tórshavn skipar fyri. Freistin at melda seg til er úti týsdagin 21. juli
Sum vant, er stórur áhugi fyri at sýna fram listaverk á stóru ólavsøkuframsýningini í Müllers pakkhúsi, sum Lions Tórshavn skipar fyri. Freistin at melda seg til er úti týsdagin 21. juli
Lions Tórshavn: Nú stundar til ólavsøku, har eitt av føstu innsløgunum er stóra listaframsýningin í Müllers pakkhúsi, har ólærd, sjálvlærd og lærd listafólk sýna fram sýni verk. Hetta er samstundis ein søluframsýning, har allur ágóðin fer til vælgerandi endamál.
Í heyst kann Lions Tórshavn hátíðarhalda 60 ára stovningardag og fer í hesum sambandi at lata fleiri stórar stuðulsveitingar til vælgerandi endamál. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini í ár verður partur av hesum.
Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers pakkhúsi er týsdagin 21. juli, og nærri kunning sæst á lions.fo/tn/ ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjal: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/k1ezjhoi0pg1mxk
Listaverkini kunnu latast inn í Müllers pakkhúsi fríggjadagin 24. juli millum klokkan 18 og 20, og óseld listaverk skulu heintast har hósdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.
Ólasøkuframsýningin hesaferð letur upp seinnapartin mánadagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til hósdagin 30. juli. Mánadagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og hósdagin er opið klokkan 16-20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



