Lions: Sunnudagin 29. novembur, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn, sum verður seinnapartin frá klokkan 14 til 16.30.
Hetta er tiltak, Lions Club hevur skipað fyri í áravís og sum fyri mong er byrjanin upp á jólastákanina. Sum altíð, er endamálið fyrst og fremst at fáa til vega pengar til eitt vælgerðarendamál, og í ár er einki undantak.
Hugnaligu løtuna sunnudagin ber til at hjálpa Lions at hjálpa, tí har fáast jóladekoratiónir og annað at pynta við, umframt at kakao, mandarinir, sunkist og annað gott fæst til keyps.
Ljós og jólahugni seta sín dám á løtuna, tí pyntað verður við ljósketum og øðrum. Eisini kemur Havnar Hornorkestur at spæla góðan jólatónleik, og jólamenninir koma við onkrum góðum til bæði stór og serliga smá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



