Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Innsent: Hósdagin 20. august kl. 17.00 letur listamaðurin Jan Eriksen úr Odense upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

​Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur havt nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning.  Hann er kendur víða um, og verður list hansara eisini seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022.

​Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi, har hann hevur fingið sær inspiratión til málningar sínar. Landsløg, bygdirnar og føroysku lundarnir eru tað, sum hevur givið honum størsta listarliga hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara.

​Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum sniðum. Her av kemur eisini listarliga eyknevni hansara “Lunde Jan”, sum hann sjálvur yndir at nevna seg.

Listaframsýningin hjá Jan Eriksen letur upp hósdagin 20. august kl. 17.00 til 20.00 og er síðani opin hvønn dag kl. 16 – 18 til og við mánadagin 24. august.

Øll eru vælkomin inn á gólvið í Smiðjuni at síggja málningar hansara og at heilsa uppá listarmannin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #