Politiski yvirklassin í 2016 fegnast saman við stjóranum um fullfíggjaða setningin. Nú er klárt at senda rokningina til uppspararan. Øll trý kendu til ávaringar um, at fakfeløgini vóru ikki tey røttu at yvirtaka LÍV
Politiski yvirklassin í 2016 fegnast saman við stjóranum um fullfíggjaða setningin. Nú er klárt at senda rokningina til uppspararan. Øll trý kendu til ávaringar um, at fakfeløgini vóru ikki tey røttu at yvirtaka LÍV
Ynski øllum tryggingartakarunum í LÍV og teimum 17 fakfeløgunum hjartaliga tillukku nú tey í felag eiga LÍV.
Tað hevur tikið nógv ár at koma hertil, men nú av tornaði, haldi eg, at úrslitið gjørdist gott. Fegnist um, at Ognarfelagið LÍV hjá tryggingartakarunum og P/F Fakfelag lova at: ”Fremsta endamálið er, at ágóðin av virkseminum hjá LÍV fer til tryggingartakaran. Lágur umsitingarkostnaður, samhaldsfesti og dygdargóðar og kappingarførar tænastur eru tað, LÍV og nýggi eigaraskarðin savna seg um.” Takki fyri løtuna í gjár, og ynski tykkum blíðan byr!
Soleiðis skrivaði Bjørt Samuelsen 2. sept. 2016 á Facebook.
Eg veit ikki hvussu nógv í tí politiska yvirklassanum kundu hugsa sær at vaska hendur í hesum døgum, men í øllum førum eru tey fá, ið vilja úttala seg um dagsins evnið: Globe Tracker.
Í 2016 avgjørdu Poul Michelsen og onnur í tí politiska yvirklassanum, at tað var rætt at geva fakfeløgunum maktina á LÍV: Argumentið var, sum Bjørt so týðuliga siteraði arbeiðarafeløgini fyri í 2016: “Ágóðan til tryggingartakaran, lágar umstingarkostnaðir og samhaldsfesti”.
Fakfeløgini ivaðust sjálvandi heldur ikki í egnum evnum, tí frammanundan var BankNordik bakkaður út úr keypinum. Ávaring, ja, men ikki fyri fakfeløgini. Eitt av úrslitinum síggja vit í dag: Tær 170 milliónirnar, ið mistar eru í samband við Globe Tracker, og sum ongin núlivandi kundi hjá LÍV, kemur at fáa aftur í lægri umsitingarkostnaði.
So kann man leggja negativa ágóðan á 300 mió krónur, ið arbeiðaraklassin og pensjónsuppspararin fær í mistum avkasti á føroyska pensjónsmarknaðinum, á hvørjum einasta ári.
Hetta letur seg gera, tí at veiki politiski yvirklassin hevur valt at verja fakfeløg og pensjónsgrunnar móti kapping.
Íløgur sum Globe Tracker eru ikki neyðturviliga tápuligar íløgur. Tað er heldur ikki tað mest interessanta í hesum samanhanginum. Tað, sum er interessant er, at LÍV hevur slett ikki fólk at administrera slíkar íløgur. Tað er enn tá begrensað hvussu nógv fólk í Føroyum yvirhøvur hava slíka vitan. Talan er um íverksetaraíløgur - slíkt sum man brúkar investeringfondar til aðrastaðni í heiminum - investeringsfondar, ið hava eitt veruligt apparat aftanfyri seg, sum er nakað LÍV slett ikki hevur. Hvørki í nevnd, leiðslu, starvsfólkalista ella í P/F Fakfelag.
Skulu føroysku pensjónsgrunnarnir gera slíka íløgur, so mugu tey blíva partur av øðrum skipanum, ið duga hetta. Íløgur sum Globe Tracker er ikki ein uppgáva fyri føroysku pensjónsgrunnarnar, og hava ongantíð verið tað.
Tað er faktiskt veruliga so einfalt sum, at úrslitið, vit siggja í dag er, at einasta veruliga apparatið vit hava á føroyska pensjónsmarknaðninum, er politikkarar, ið ikki hava evnini at síggja, at fakfelagsleiðarar ikki hava nóg mikið av sjálvsinnliti til at síggja, at teir ikki hava evnini at reka pensjónskassar.
Samhaldsfesti, ágóða til tryggingartakaran og lægri umsitingarkostna til pensjónsuppspararar fær man ikki umvegis fakfelagssamstarvið í LÍV, men gjøgnum rættar avgerðir.
Hesi síðstu 10 árini síðani yvirtøkuna av LÍV og uppslagið hjá Bjørt hava fakfeløgini prógvað, at tey duga ikki at reka pensjónsfeløg. Tíðin er komin til, at maktin á pensjónini verður tikin frá teimum. Hvussu nógv skal til aftrat, áðrenn tað verður gjørt nakað við hendan innlýsandi trupulleikan?
Av øllum illum, kundi man t.d. byrja við at spurt løntakaran hvar hann kundi hugsa sær at spart upp, heldur enn at tvinga hann at spara upp til yvirklassan at formøbla burtur.
Kim Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



