Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Merkisdagar

Ljósið: 21. oktobur í ár vóru 50 ár síðan Fimleikafelagið Ljósið bleiv stovnað. Tað var Lydia Arge, ið tók stig til at stovna felagið. Hon var farin í gongd í smáum í 1967 og vaks spakuliga um virksemið við eitt nú móðir og barn-liði (nú foreldur og børn), motiónsliði fyri menn og amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir.

Í 1975 var limatalið komið upp á 450, og tá var løtan komin at stovna felag.

Næsta sunnudag er løtan komin at hátíðarhalda hetta góða átakið hjá Lydiu og øllum teimum, sum hava hildið og framvegis halda lív í Fimleikafelagnum Ljósinum. Felagið bjóðar drekkamun, kakubita, ballónir og sjálvandi fimleikaligt undirhald. Myndaframsýning, gamlar draktir og annað gamalt gull verður eisini at síggja.

Eitt sindur av jóladámi verður eisini, tí vit hava fingið at vita, at jólamaðurin ætlar at hita upp til allar jólavitjanirnar við at støkka inn á gólvið í Fimi og vita, hvat børnini ynskja sær til jóla.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #