Uppskotið um at taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði fær aðru viðgerð, tá Løgtingið kemur saman í dag klokkan 11. Umboðini hjá Tjóðveldi eiga uppskotið.
Á dagsskránni er eisini fyrsta viðgerð av uppskoti til samtyktar um eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, sum Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, hevur lagt fram.
Harumframt skulu tingfólk viðgera tvey uppskot hjá Tjóðveldi um eftirlønarviðbót til fólkapensjónistar, sum áður hava verið fyritíðarpensjónistar. Annað snýr seg um sjálva viðbótina, meðan hitt skal tryggja, at hon ikki telur sum skattskyldig inntøka.
Bæði uppskotini fáa fyrstu viðgerð. Fundurin endar við framløgu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



