Síðstu nátt vórðu 13 sett av nummarplátum tiknar av bilum, har eigarin ikki hevur syrgt fyri at gjalda tey gjøld sum eru kravd tá tú eigur ein bil, eitt nú er talan um vegskatt.
Fleiri klipp vóru givin fyri ov nógva ferð um vikuskiftið. Er ferðin omanfyri eitt vist, so verður koyriforboð givið á staðnum og koyrikortið tikið. Tað hendi hjá tveimum ungum monnum, sum báðir høvdu fingið koyrikort nýliga. Teir vórðu máldir til at koyra 124 km/t, og tá er ongin góða mamma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



