Hagstovan: Av vøkstrinum á 850 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 67 prosentum.
Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við 480 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 8,3 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin við 6,3 prosentum og 209 milliónum krónum.
Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri
Í oktober var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.735 krónur. Hetta eru 5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í oktober fingu kvinnur 30.424 krónur í miðal, sum eru 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 44.350 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 5,2 prosentum hjá monnum og 4,6 prosentum hjá kvinnum.
Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



