Skúlablaðið: Síðstu árini eru lærarar settir til viks í fólkaskúlanum, og stuðlar settir ístaðin at undirvísa. Hetta hendir, sjálvt um tað bara er ein útbúgvin lærari, sum kann setast í starv at undirvísa í fólkaskúlanum.
- Tað er bara heimild at seta ein stuðul, tað er hjálparfólk ella pedagogur, í fólkaskúlanum til at veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina, so at hesi kunnu vera í flokkinum. Men veruleikin er tíverri ein annar. Tað er ikki í lagi, at dugnaligir nýútbúnir lærarar verða settir til síðis í fólkaskúlanum fyri ístaðin at seta stuðlar. Vit taka hetta í stórum álvara, so at lærarar verða settir í øll størv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



