Veðrið í morgin, mánadagin, frískur vindur av suðri, skýggjað men sólglottar og turt, hitin um eini 12 stig.
Týsdagin, mikudagin og hósdagin gul millum eystan og landsynning, smáskýggjað og sólglottar, helst verður turt og hitin upp í 15 stig.
Fríggjadagin frískar hann vindin nakað og fer upp í landnyrðing, tað verður meira skýggjað og helst kemur okkurt æli og tað verður heldur kaldari, um 12 stig.
Næsta vikuskifti bert ein ond av ymsum ættum, turt og hitin um 10-12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



