Ein arbeiðsvanlukka í Vági í gjár hevur kravt eitt mannalív.
Nakrir mans vóru í holt við at tryggja ymiskt uttanfyri hjá Bygma Suðuroy í Vági, tá ein teirra eftir øllum at døma fekk okkurt, sum feyk í vindinum, á seg.
Maðurin var alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, men har var staðfest, at hann var deyður.
Tey avvarðandi hava fingið boð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



