Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Lesarin skrivar

Arbeiði er byrjað at leggja Nám, Sernám og Undirvísingarstýrið saman í ein stovn. Endamálið er samanhangur, einfaldari umsiting og sterkari fakligheit. 

Ætlanin ljóðar rímilig. Men tá ið so ymiskar uppgávur verða savnaðar undir einum taki, er vandin ikki, at skipanin verður betri. Vandin er, at skipanin gerst eitt monopol, og at ein hugsan fær einræði í øllum skúlaverkinum.

Nám mennir námsætlanir og gevur bøkur út. Sernám ráðgevur um børn, sum tørva serligan stuðul. Undirvísingarstýrið býtir tímar út og hevur eftirlit. Hetta eru ikki somu tænastur. Tær krevja ymiskar førleikar, ymiskar metingar og ymiskar áhugamál. 

Tá ið tann, sum ger námsætlanina, eisini gevur bókina út, býtir tímarnar út og sigur, hvussu serligur tørvur skal loysast, verður ringt at hava ímóti. Tá er ikki longur talan um samstarv. Tá er talan um eina miðstøð, sum bæði setur reglurnar, veitir tænasturnar og metir um úrslitið.

Max Weber lýsti buraukratiið sum tað, sum kemur, tá ið ein skipan verður bygd upp við stigum, reglum og serfrøði. Hann sá fyrimunirnar: javnrætt, fyrisiguliga gongd og minni av tilvild. Men hann sá eisini járnbúrið. Tá ið alt skal inn í sama form, hvørvur dømikraftin hjá teimum, sum standa nærmast verkinum. 

Tað er undarligt, at so nógvir smáir skúlar framvegis yvirliva, meðan vit samstundis byggja mastodontstovnin. 

Argumentið er mangan í samanleggingum, at vit koma spara leiðslur. Men tað sama varð ført fram, tá ið Glasir varð skipað, og tá ið Setrið varð umskipað. Úrslitið er ikki færri leiðslupostar. Úrslitið er fleiri deildarleiðarar, fleiri samskiparar og mannagongdir, sum gera tað tyngri at fáa eitt avgerandi svar og smidligari útbúgvingarvirksemi. 

Søgan við Sernámi og Skúlanum á Trøðni vísir tað sama. Tá ið ráðgeving og skúli vórðu lagd saman í 1990-árunum, endaði tað við mótstøðu og við, at stovnarnir vórðu skildir sundur aftur. Ikki tí at fólk eru ímóti samstarvi, men tí at ymiskar uppgávur ikki altíð vinna við at liggja undir somu leiðslu.

Ein útbúgvingarskipan í einum lítlum landi tørvar tætt samstarv. Hon tørvar ikki eina monopoleind, sum bæði mennir, útgevur, býtir út, fremyr eftirlit o.a. 

Um samanleggingin fer fram, eigur í minsta lagi at verða kravt, at menning, útgáva og játtan av tímum ikki liggja innan somu skottir, og at skúlarnir framvegis hava rætt at siga ímóti, uttan at tað verður roknað sum mótstøða móti samlaðu skipanini. Annars fáa vit ikki eina sterkari fakligheit. Vit fáa eina monopolstøðu, sum er torfør at vika.

Jóhannes Miðskarð, PhD í útbúgvingarvísindum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #