Fleiri borgarar, ið bera brek, vera hart raktir, nú ætlanir verða settar í verk um at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Sandoy, og bú- og umlættingarstovnur á Sandi til Skálagarð í Klaksvík. Hetta sokallaða sparitiltak verður framt uttan at nakar er hoyrdur ella tikin við upp á ráð, og uttan at atlit eru tikin til tørv, kanningar ella avleiðingar hjá teimum, ið verða rakt, avvarðandi teirra, starvsfólk ella feløg. MEGD hevur tískil sent fráboðan til Brekumboðið um hesa ónøktandi tilgongd.
Brádligar broytingar uttan hoyring
MEGD hevur í dag sent fráboðan til Brekumboðið um, at Almannaverkið og/ella landsstýrið hava við støði í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 sett í gongd ætlanir um at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Sandoy, og bú- og umlættingarstovnur á Sandi til Skálagarð í Klaksvík, sum sokallað sparitiltak, tó uttan at nakar er spurdur, hoyrdur ella tikin við upp á ráð, og uttan at atlit eru tikin til tørv ella avleiðingar hjá teimum, ið verða rakt, avvarðandi teirra, starvsfólk ella feløg.
Rættindi sambært galdandi lóg
Yvirskipað sæð er tað ikki rætt, at eitt fíggjarlógaruppskot, ið enn ikki er samtykt, kann elva til so stórt og tyngjandi inntriv í lívið hjá fólkið, ið bera brek, og avvarðandi teirra. Talan er sannlíkt um fyrisitingarliga avgerð, og sostatt eigur fyristingarlógin at verja limirnir í limafeløgunum, her undir at tryggja m.a. kærumøguleika og hoyringarrætt. Í hesum máli er talan serliga um limir í feløgunum Javni og Heilafelagið. Endamálsorðing, meginreglur, fleiri ásetingar og brekpolitiskar grundreglur sambært galdandi høvuðslóggávu á vælferðarøkinum, Almannalógini, tykjast heldur ikki at verða hildnar í hesi tilgongd. Almannalógin eigur at hava so mikið sterka rættarstøðu, at hon megnar at skapa trygd og verju fyri fólk við breki, m.a. soleiðis at tey trívast og mennast á fullgóðan hátt, eisini um neyðugt er við broytingum í rættindum, tænastum ella umstøðum. Eitt fíggjarlógaruppskot eigur í stuttum ikki at kunna seta galdandi Almannalóg til síðis.
Altjóða skylda at avleiðingagreina
Altjóða brekrættindasáttmálin áleggur myndugleikunum sambært grein 4, stykki 2, skyldu at tryggja stigvísa menning í rættindum, og at forða fyri afturstigum, t.d. av búskaparligum orsøkum. Harav er krav um at gera kanningar og greiningar, áðrenn tiltøk verða skipað, og sambært grein 4, stykki 3, skulu feløg og viðkomandi borgarar takast upp á ráð í góðari tíð og ikki einans upp á kvamsvís. Uttan neyðugar kanningar og greiningar, saman við viðkomandi feløgum og borgarum, ber neyvan til at vita, hvørki stutttíðar ella langtíðar, um talan veruliga verður um sparing ella øktar útreiðslur. Barnarættindasáttmálin áleggur eisini skyldu at fremja fíggjarligar avleiðingagreiningar av átøkum.
Vón fyri framman
Samanumtikið vilja vit vísa á at limir hjá Heilafelagnum og Javna, og møguliga øðrum limafeløgum, koma í eina serliga tyngjandi støðu, nú brádligar broytingar verða framdar uttanum fyristingarlógina, almannalógina og altjóða mannarættindasáttmálar. Hetta er ørkymlandi og tí mótmæla vit staðiliga. Vónandi velur Brekumboðið yvirskipað at varpa ljós á hesa ónøktandi gongd, serliga sæð í tí høpi, at trýstið á vælferðarsamfelagið veksur alsamt, og at tað tískil er neyðugt við betri skipaðum og frægari fyrireikaðum tilgongdum, m.a. tá ið viðvíkur at tillaga, hoyra viðkomandi partar og avleiðingagreina rættindi í lóg og skipanum.
Vinaliga vegna MEGD,
Ása Olsen, forkvinna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



