KVF: Komandi árini skulu byggjast fleiri túsund bústaðir í Føroyum, men hvussu skal farast fram, tá so nógv skal byggjast eftir lutfalsligari stuttari tíð?
Tá hugsað verður um tað, ið er bygt farnu árini, er tað neyvan nøkur loyna, at arkitektoniska dygdin er heldur misjøvn – og hóast nógv er væl frágingið, finna vit eisini bygging, ið kanska hevði verið betri ógjørd.
Í hesari útvarpsstuttrøðini, ið telur fýra sendingar, fara vit á gátt hjá einum arkitekti í hvørjari sending, har ið arkitekturin sigur okkum um sín egna bústað, nevnir dømi um góða bústaðarbygging, tað veri seg í Føroyum og/ella uttanlands, samstundis sum vit skifta orð um hvussu farast skal fram, nú so nógv skal byggjast.
Eisini fáa arkitektarnir eina serstaka uppgávu, ið teir skulu royna at loysa í sendingini.
Í fyrstu sendingini tosa vit við Annie Heinesen, arkitekt, sum eitt nú sigur, at býlingurin Dalabúð, sum Bústaðir hevur bygt, er dømi um góða bústaðarbygging, har ið hædd er tikið fyri góðum arkitekturi, fólk eru raðfest framman fyri bilarnar, tey flestu hava útsýni og eitt uttandura øki, samstundis sum býlingurin tekur seg væl út í verandi grannalagi.
Meiri enn tak yvir høvdið, fyrstu ferð mánadagin klokkan 17:05.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



