Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller
Innlendis ítróttur

FSF: Fótbóltssamband Føroya fer í næstum at bjóða til spennandi tiltak har Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari og Jacoba Langgaard hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, fara at leggja fram um dygdargóða venjing og menning av kvinnuligum fótbóltsleikarum.

Umframt venjarum í vaksnamannadeildunum hjá kvinnum, er tiltakið eisini ætlað venjarum hjá U13 gentum, U16 gentum og høvuðsungdómsvenjarum í øllum feløgunum.

Fyrra temakvøldið verður við Margáir í Streymnesi týsdagin 1. septembur, og tá eru umboð fyri B68, EB/Streym, ÍF, KÍ, NSÍ, Skála og Víking boðin við. Seinna temakvøldið verður í HB-húsinum hósdagin 3. septembur, og tá eru umboð fyri AB, B36, B71, FC Hoyvík, HB, 07 Vestur, MB, TB, FC Suðuroy og Royn boðin við.

Endamálið við temakvøldinum er at seta sjóneykuna á góða venjing av gentum, úrvalsleiðina hjá gentum og hóskandi avbjóðingar – eisini til tær bestu.

Skráin
Kl. 17:15 Ábit
Kl. 17:30 Framløga
Kl. 18:30 Venjing
Kl. 19:45 Kjak og samanumtøka
Kl. 20:30 Liðugt

Tiltakið gevur venjarum við A, B ella C venjaraprógvi tríggjar impulstímar,.

Venjarar, ið ynskja at luttaka, verða bidnir um at seta seg í samband við samskiparan í egnum felagi, ið síðani avgreiðir tilmeldingina. Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 27. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #