Tað er sum um vit ofta hava lindi til at hátthevja “Guds Orð” so høgt, at hvørki menniskju ella Gud sjálvur kenna seg aftur í tí.
Gloyma vit, at vit ikki eru Gud, men menniskju, gera vit skapanarverkið so fremmant, at vit halda, at vit eru tess harrar, hóast vit ikki eru annað enn tess íbúgvar.
Gloyma vit teir íbúgvandi tørvirnar, likamið hevur, ganga vit til grunda.
Óansæð hvussu nógv vit halda, at vit kunnu síggja burtur frá likaminum, skerst ikki burtur, at likaminum tørvar føði, vætu og rørslu v.m. fyri at vaksa, trívast og liva.
Hetta er kanska likamsins veikleiki, men eisini tess styrki, væl at merkja um vit ansa eftir, hvat vit fylla okkum sjálvi við.
Fortíðin hevur lært okkum at gera mun á likami og sál, men tað er kanska ein feilur, at vit framvegis gera tað. Øll vitan í dag vísir á, at likam og sál eru eitt, og at man forsømir bæði, um man forsømir annað. Likamið ávirkar sálina. Sálin ávirkar likamið.
Likamið verður ikki mettað av heilagum skriftum, sum heitið “Guds orð” ofta sipar til, men ofta fyrihalda vit okkum til heitið, sum um tað er altavgerandi og tað einasta, okkum veruliga tørvar.
Tað er ein dáragerð fyri nú at brúka bíbilskt mál.
Fylla vit okkum við “Guds orði” einans, er onki rúm fyri øllum hinum, sum tilvitanini tørvar; eitt nú djúphugsni, umhugsni, innlit, atlit, fyrilit og alt hitt, sum ger okkum før fyri at virka sum góðir skapningar og góð menniskju.
Skapanarverkið og heimurin vísa okkum dag og dagliga, at “Guds orð” ikki er nóg mikið lærdómur til eitt nú at skapa góð og varandi sambond, at gera lívið hjá øðrum menniskjum eitt vet betri og at loysa alheimsavbjóðingar.
Bara at lesa Guds Orð uttan at lesa tað út frá samtíðini og samfelagnum, stendur tað einsamalt sum ein lutur, ið vendir alt á høvdið so gott gerst ringt og ringt gott.
Guds Orð, sum summi vilja vera við er bíblian, var til áðrenn bíblian nakrantíð varð samansett.
Guds Orð varð til áðrenn skriftirnar í nýggjatestamenti nakrantíð vórðu skrivaðar.
Guds Orð var Kristus, sum einaferð gekk á jørðini sum menniskja, eins og tú og eg. Hansara samtíð og tey fyrstu kristnu kláraðu seg fínt uttan bókina, sum vit í dag av misgáum kalla Guds Orð.
Guds Orð var sjálvur likam og sál! Ikki pappír og blekk!
Guds Orð var menniskja júst sum tú og eg!
Guds Orð boðaði kærleika og rættvísi, har hann livdi, virkaði og kom, og fólk fylgdu honum eftir – tey flestu ólesin (analfabetar)!
Sjálvur brúkti hann ongantíð heitið “Guds orð” um heilagar skriftir.
Gekk hann millum okkum í dag, hevði hann hildið lítið um skriftstøðini, menniskju sleingja runt við sum fariseararnir og teir skriftlæru, tí tað var ikki tað, hann lærdi sínar lærusveinar.
Gekk hann millum okkum í dag, hevði hann nokk endurgivið sína egnu meginreglu: “Elska Gud av øllum hjarta og huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg” og so hevði hann nokk lagt afturat, at “undir hesum eru bæði lógin og profetarnir.”
Í dag noyðast vit so at skoyta uppí, at vit skulu elska okkum sjálvi fyri at eydnast í kristna gerningi okkara. Elska vit ikki okkum sjálvi, fáa vit heldur ikki elskað onnur. So einfalt er tað.
Um tú ert menniskja, kristin ella bæði: Lat vera við at hata teg sjálva og at síggja niður á teg sjálvan. Ver sum tú ert, og lat næstan vera sum hann ella hon er!
Tíðin er komin til, at vit av álvara læra okkum at elska okkum sjálvi!
Tað hevði Kristus gjørt!
Og nei, vit eru ikki sett í heimin at frelsa onnur! Tað tekur Gud sær av!
Vit eru her eina stutta tíð, og so er okkara skeið lokið!
Rísa vit upp aftur á evsta degi til dóm, soleiðis sum gomlu kristnu trúarjátannirnar siga, verður ikki hugt eftir, hvussu væl vit lósu bíbliuna, ella hvussu nógv bíbliuvers vit dugdu uttanat og søgdu hart, ella um vit mintust til at fáa alt við í bønir okkara!
Menniskju kunnu ikki liva av Guds orði, men kunnu gera sum Guds orð! Hesum báðum er tað stórur munur á!
Ólavur Eysturdal,
sóknarprestur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



