Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað eru kanska ikki tey dugnaligastu fólkini sum enda í Miðfyrisitingini, men tey hava valdið at skilja millum rangt og rætt og hvat er hóskandi og/ella óhóskandi.

Kærumálið hjá Liljuni Weihe er eitt gott dømi um vánaligt embætishandverk.

Johnny í Grótinum gav Liljuni sekkin, men uppsøgnin varð kærd til Mentamálaráðið.

Ráðið tykist grundleggjandi samt við Johnny í, at Liljan ikki hevur uppført seg á loyalan og hóskandi hátt, men hinvegin metir ráðið, at revsingin var ov víðgongd.

Ráðið metir, at sonevnda proportionalitetsprinsippið varð brotið av Johnny.

Ráðið sigur, at átala, ávaring ella flytan í annað starv, hevði verið ”hóskandi revsing”.

Mong her á landi minnast framvegis ”svarta skúlan”, har likamlig ella sálarlig revsing varð brúkt til óskikkiligar næmingar.

Millum sálarligu revsingarhættinar taldust m.a.:

Útblaking úr flokshølunum - Skammikrókur.

At verða tveittur út úr flokshølinum var ofta mett sum hørð revsing.

Men at verða settur í skammikrók inni í flokshølinum varð ein nógv størri eyðmýking.

Tá varð næmingurin útstillaður fyri øllum flokkinum til háð og spott og har kundi offrið so standa til klokkan ringdi, ella kanska enntá longri.

Tann, sum varð útblakaður úr flokshølunum, var harafturímóti ein frælsur fuglur.

Johnny tveitti sum kunnugt Liljuna á dyr, men í kæruviðgerðini sigur Mentamálaráðið, at revsingin er ov hørð.

Ístaðin legitimerar Mentamálaráðið eina øðrvísi revsing - ”skammikrókin”.

Johnny legðist ikki á boðini og tí er eitt nýtt ”starv” upprættað til Liljuna.

Nýggja ”starvið” hevur eitt vakurt heiti ”faklig stuðulsfunktión” (les skammikrókur).

Endamálið við nýggja skammikrókinum er at styrkja um góðskuna í tíðindaflutninginum.

Hetta er KVF tá tað er best og fyri tann skilagóða eygleiðaran kann tað næstan ikki blíva skemtiligari.

Hetta er Public Service stovnurin, sum skal styrkja føroyska samleikan og vera okkara fremsti mentanarberi.

Tað er neyvan nakar her á landi, hvørki innan- ella uttanfyri KVF sum ikki dugir at síggja glantrileikin.

Við síni avgerð um at loyva sálarligari píning, hevur Mentamálaráðið eymýkt Liljuna Weihe nógv meira, enn nøkur uppsøgn frá Johnny.

Sjónleikurin í KVF heldur tí fram.

Seinasta leikritið eigur Mentamálaráðið.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo