Nú landskassin aftur hevur størri útreiðslur enn inntøkur og harvið hall fjórða ár á rað, er neyvan fígging til nakað sum helst nýtt, heldur ikki til nýggjar tunlar. Ella er tað bert til ávísar tunlar?
Sitandi sosialistiska samgonga hevur livað í fatanina av, at fígging ikki krevst, tí til ber altíð at taka meira frá vinnuni, familjuni, fólkinum, ferðafólkunum, av fastogn, av fenaðinum, av fiskinum ja enntá frá teimum, ið eru farin um sýn.
Við hesi áskoðan bar óivað eisini til hjá teimum at fíggja ein tunnil til Vestmanna ella Suðuroyar uttan fígging.
Men trupulleikin við sosialismuni er sum kunnugt, at pengarnir hjá hinum verða skjótt uppi!
Fígging krevst til at halda vallyftir. Alt hevur sín prís, ikki minst sosialistiskur politikkur.
Hendan veruleikan varnaðist samgongan við Nýskipanarnevndini, sum hevur megnað at spara í teimum eyka aðalráðum, sum ikki skuldu kosta fleiri almennar skattakrónur.
Støðan óbroytt
Vestmannavegurin hevur ligið óbroyttur í 50 ár. Onnur óhøglig og nógv smærri pláss í Føroyum hava fingið berghol fyri langt síðan.
Kanning vísir, at tað framvegis gongur skeiva vegin at fáa unga ættarliðið at búseta seg í Vestmanna. Tíðarhóskandi vega- og tunnilsamband er fyrsta fortreyt fyri trivnaði kring allar Føroyar.
Ein tunnil til Vestmanna kann sostatt trilka tilflytingina, bøta trivnaðin, arbeiðs- og vinnumøguleikarnar og styrkja tvørkommunala samstarvið í Norðurstreymi.
Vestmannatunnilin er framvegis mettur at kosta 600-900 mió. kr. við 40% váðaískoyti [429-643 mió. kr. uttan váðaískoyti].
Her verður hildið fast við 40% váðaískoyti, hóast lendið er kent og fleiri tunnlar eru boraðir í økinum.
Til samanberingar er ikki roknað við sama váðaískoyti fyri Suðuroyartunnilinum, har borast skal í ókent lendi (bæði undir og yvir sjógvi). Harafturat eru fleiri onnur jarðfrøðilig, fíggjarlig og trygdar viðurskifti, sum framvegis eru ógreið, uttan at hetta speglast aftur í nøkrum ’váðaískoyti’.
Verður Suðuroyartunnilin samtyktur í verandi líki, kunnu komandi ættarlið gloyma alt um aðrar tunnlar.
Í meðan hongur Vestmannatunnilin framvegis í leysari luft, uttan raðfesting og vón, eins og vallyftini hjá samgonguni.
Uttan játtan á fíggjarlógini verður torført at fíggja og viðlíkahalda tunnilsverkætlanir, tunlar og vegakervi.
Sporini ræða. Loysir tað seg yvirhøvur hjá vestmenningum at velja flokkar í sitandi samgongu? Hvørki til meiri sosial endamál (við fallandi fiskiskapi) ella til betri samferðslu.
Javnaðar- og Tjóðveldissosialistar hava sum altíð bert eittans endamál, og tað er politiskt vald fyri ein og hvønn prís.
Les eisini - https://www.vp.fo/news/vestmannatunnilin-ein-lovar-i-eystur-og-annar-i-vestur
Grímur Sundstein
Fólkaflokkurin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



