Tú kanst ikki taka í hondina á einum knýttum neva
- Indira Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki taka í hondina á einum knýttum neva
- Indira Gandhi
Flogvinnan

Floghavnin í Keypmannahavn, ella bara Kastrup sum føroyingar oftani siga, fer at hava metnógvar vitjanir frá ferðafólki í ár, tað ber til at siga longu nú, skrivar Ritzau.

Helst fara beint undir 35 milliónir ferðafólk um flogvøllin, men stendur tað til leiðsluna, so fara um nøkur ár heili 55 milliónir ferðafólk árliga um flogvøllin, sum føroyingar brúka nógv.

Fyrireikandi arbeiðið at útbyggja floghavnina skal vera liðugt í 2028. Arbeiðið verður gjørt í fleiri umførum, sum eru klár at seta í verk, tá neyðugu góðkenningarnar eru fingnar.

Útbyggingin umfatar millum annað, at fleiri flogfør kunnu standa í havnini. Útbyggingin fer at kosta eina tvísiffraða milliarda upphædd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #