Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken
Skúli

Glasir: Í dag byrjar virksemið á Hægri Námi á Glasi fyri komandi skúlaár. Tá fara yvir 200 fólk at lesa á Hægri Námi á Glasi. 82 verða fulltíðarlesandi og 121 parttíðarlesandi. Talið hevur ongantíð verið hægri.

Í ár byrja 22 at lesa marknaðarførslubúskap. Níggju taka framhaldsútbúgvingina Altjóða handil og marknaðarførsla á bachelorstigi. Sjey eru í holtur við Fíggjarbúskap, og 44 lesa Byggifrøði í løtuni. 17 teirra skulu til endaliga próvtøku sum professiónsbachelorar komandi summar.

Í løtuni eru 121 lesandi innskrivað til parttíðarlestur á Hægri Námi á Glasi. 45 lesa Diplom í leiðslu. Hægri Nám á Glasi hevur HD-útbúgving í samstarvi við Aarhus Universitet. 32 taka HD fyrra part og 15 annan part. Harumframt byrja níggju lesandi á komandi akademiútbúgving í Fíggjarligari ráðgeving, 14 taka Grundleggjandi leiðsluútbúgving, og seks skriva høvuðsritgerð á akademiútbúgvingini.

Málið hjá Hægri Námi á Glasi er at vera fyrsta val hjá vinnuni og almenna geiranum innan hægri yrkisútbúgvingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #