Á vitjan á Fræsinum sóu vit tað stóra arbeiði, tey gera fyri at hjálpa fólki úr rúsevnistrupulleikum- og geva teimum eina nýggja byrjan. Hetta er fyribyrging og endurmenning, sum ger mun – ikki bara fyri einstaklingin, men fyri familjur og samfelagið alt.
Tey hava tó tørv á munabetri politiskum stuðli, og har er Miðflokkurin klárur at taka rætta hond! Vit vilja tryggja, at tey, sum arbeiða við at bjarga lívum, altíð kunnu rokna við, at vit standa við teirra lið.
Vit stríðast fyri teimum, sum stríðast fyri lívinum!
Miðflokkurin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



