
Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther
- Vit meta at tað fóru millum 8.000 – 9.000 portiónir um diskin í gjár av Fish & Chips, sigur JFK.
- Latið var upp klokkan 13.00, men áðrenn hetta vóru latnar umleið 1.200 portiónir til Sjúkrahúsið, eldraheim og onnur heim í Klakavík og nærumhvørvinum.
- Íløgan í eina nýggja frituru og ymiskar umskipanir gjørdu, at bíðitíðin var munandi stytt og kapasiteturin størri.
- Undanfarin ár hevur hevur bíðitíðin onkuntíð verið um 4 tímar, men í gjár var sjáldan at nakar stóð í kø longri enn 1,5 tíma.
Í gjár hevði Hanus Hansen eisini 67 ára føðingardag, og tað var fleiri ferðir, at sangurin ”Til lukku til tín” rungaði frammanfyri Fish & Chips bygninginum.
Umleið klokkan 22.00 høvdu øll fingið Fish and Chips.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo