Svenska sjóvarfalsorkufelagið Minesto fekk í dag heimild frá partaeigarunum at útvega upp í 130 milliónir svenskar krónur við at geva út nýggj partabrøv. Verandi partaeigarar fáa framíhjárætt at keypa.
Minesto ætlar at brúka ein part av pengunum til at fáa íleggjarar við í sínar fyrstu vinnuligu sjóvarfalsorkuverkætlanir. Fremst í røðini eru ein ætlað sjóvarfalslund í Hestfirði og ein líknandi verkætlan í Írlandi. Endalig íløguavgerð um lundina í Hestfirði liggur enn fyri framman.
Nevndin ætlar at taka formligu avgerðina um at geva partabrøvini út 25. november. Tá ið Minesto kunngjørdi ætlanina í oktober, hevði felagið fingið tilsøgn um tekning og trygd fyri tilsamans 78 milliónir svenskar krónur. Tað svarar til 60 prosent av upphæddini.
Partaeigararnir hjá Minesto krevja at vera tolnir. Bara í ár er partabrævið minkað 14% og tey sum settu í fyri 5 árum síðani hava sæð íløguna tódna við 97%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



